Bergur Wardum
Í sambandi við áheitanina um at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen, skal formansskapurin á Tingi nú málsviðgera áheitanina, og skal áheitanin ið varð sett fram lýsast í stuttum:
Málið byrjaði við eini grein í Dimmalætting tann 4.2.2005:
"Rættvísi endaði við eini rokning."
Tann 11.2.2005 hevði Dimmalætting verið í samband við advokatin Bjørn á Heygum, ið gjørdi gald-andi, at tann táverandi umsitingarligi sorinskrivari Joen H Andreassen var so mikið strongdur, at hann ikki var førur fyri at umsita Føroya Rætt og Tinglýsingina uttan mistøk!
Hesi viðurskiftir fekk undirritaða at gera viðmerkingar í Dimmalætting tann 3. og 9.3.2005:
"Viðmerking til láturverjuna hjá advokatinum Bjørn á Heygum í sambandi við greinina um:
"Rættvísi endaði við eini rokning.""
Greinin endaði við eini áheitan á Løgtingið um at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen, av tí at Løgtingsins umboðsmaður ikki hevði umsitið undanfarna starv eftir forskriftinum!
Í Dimmalætting tann 18.4.2005 varð fyrispurningur settur til Løgtingsins formann og formansskapin á Tingi, hvussu gekk við áheitanini um misálitið.
Fylgjandi brot úr greinini "Láturverjuna" frá 3. og 9.3.2005 skal verða endurgivið:
"Á Tingblaðnum stóð ikki navnið "Annfinn Hansen", men navnið hjá "Bjørg Hansen", og niðast á somu síðu undir "Viðmerk-ingum" stóð "Ægtepagt". Hetta er eins álvarsamt at seta til viks, sum . . at seta treytirnar í fiskiloyvinum til viks við at fara inn á stongdar leiðir, tí tá verður viðkomandi stemplaður og dømdur sum veiðutjóvur, munurin her er, at her er talan um eina sethúsaogn við einum greiðum Tingblaði, og tí eigur viðkomandi at verða stemplaður sum sethúsatjóvur. Ein hvør, eisini ein hvør advokatur og dómari, veit, at hetta, sum fór fram, er stuldur!
Treytaleyst so stendur tað stóra brotsverkið í, at tað av Tinglýsingini varð sæð burtur frá, at á tingblaðnum stóð navnið hjá "Bjørg Hansen", og undir viðmerkingum stóð "Ægtepagt", tá útleggið fyri skuld hjá 3?persóni varð tinglýst, og sum løgfrøðiliga verður at rokna sum grovt brot á ognarrættin, innbrot/stuldur /svik "name it you get it!".
Tann revsirættsliga fyrn-ingarfreistin er 15 ár sambært § 279 ájavnt § 2862, eins og §§ 158, 164, 178 við fleiri §?um, ájavnt § 93-4, at rokna frá, tá skaðin kundi gerast upp/ ella frá tí degi at rokna, tá Bjørg Hansen varð greið yvir sína rættarstøðu.
Tað vil vera beinleiðis skeivt at viðgera Fútarættin, sum hann her er við-gjørdur, uttan at viðgera munin, sum átti og eigur at vera, tá sethús verða seld á tvang, og tá vinnubygningar ella virkisgøgn vera seld á tvang, tí lógin tekur stórt atlit til ta einkultu familjuna, men Fútarætturin í Føroyum viðger alt líka, uttan at vísa virðing fyri galdandi lóg og teimum persónum, sum verða rakt av tvingsilssølu.
Kendi professarin Bernard Gomard, dr. jur., hevur viðgjørt sølu av sethúsum í kapittul 41 í bókini Fogedretten, sum umfatar broyt-ingarlógina frá 1978, (Løgtingið samtykti nevndu broytingarlóg, tá rættargongulógin varð samtykt í 1987, men broytingin vann ikki inn í tann Danska Rættin í Føroyum. . )
Við nevndu broytingarlóg broyttist siðvenjan í Danmark, soleiðis at sethúsaognir, sum stóðu til at verða seldar á tvingsilssølu, fyrst skuldu verða settar til sølu hjá ognarsølumanni í eitt ár, síðani varð málið tikið uppaftur í Fútarættin-um í Danmark, hvar tað varð hugt eftir, um ánarin hevði fíggjarligan førleika at sita í ognini, um hann fekk ein skuldarskáa, og hvussu nógv av skuldini, hann hevði førleika til at gjalda. Hetta viðførdi, at talið av tvingsilssølum í Danmark næstan datt burtur!"
Eisini verður brot úr fyrispurningi til Løgtingsins formann og formansskapin á Tingi frá 18.4.2005 endurgivið:
"Við øðrum orðum, so boðar Løgtingsins umboðs-maður frá, at hann kann liva við hesum skuldset-ingum, um formansskap-urin á Tingið kann liva við, at hann var atvoldin til, at fleiri familjur vóru tvungnar frá hús og heimi!
Eitt annað er, um ofrini og Føroya fólk kunna liva við at tinglýstur ognarrættur til egið hús og heim ikki var tryggjaður ímóti 3?persóni, t.d. ímóti Føroya Banka!
Útgreiningini í greinini tók støði í, at seta løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen í ta støðu, at hann, sambært honum sjálvum, varð tvungin til at reinsa seg, um hann skuldi halda fram í sínum so tignarliga starvi!
Trupulleikin hjá Løgting-sins umboðsmanni er ikki einans, at húsastuldurin er staðfestur við dómi, men trupulleikin vildi ikki verið minni, um hann rættsliga kravdi at verið reinsaður, av tí at hann tá undir vitnisábyrgd skuldi vart sína æru, og tá hevði hann komið at staðið eins nakin, sum Keisarin í teimum nýggju klæðunum!
Vísast skal á, at tann nógv virdi 65 ára gamli landsrættardómarin Niels Johan Peterse, sjálvboðin varð noyddur at leggja frá sær, áðrenn hann varð settur frá, við tað at eingin kann sita sum dómari, ið hevur eina revsiverda fortíð ella revsiverdar skuldsetingar hangandi yvir sær!
Sorinskrivarin Joen H Andreassen varð settur í starv sum Løgtingsins umboðsmaður, við tað at hann hevði tign sum ein dómari, men nú klárar hann ikki at reinsa seg fyri fylgjandi skuldsetingum:
"Eg veit ikki, hvussu stórt talið var av tvingsils-sølum í kreppuárinum, men alment er kent, at tað fóru yvir 6.000 fólk av landinum í fíggjarligt útlegg, av tí at tey ikki fingið nevnda lógarfesta møguleika at sita í egnum húsi, og eigur táverandi umsitingarligi sorinskrivarin, núverandi løgtingsins umboðsmaður, Joen H Andreassen æruna av hesum, eins og æruna av, at alt bar til hjá ávísum persónum, tá hann ráddi fyri borgum í tí Danska Rættinum í Føroyum!"."
Tá undirritaði læs greinina "Rættvísi endaði við eini rokning." og sá, hvussu advokaturin Bjørn á Heygum feiaði tað, ið var farið fram, undir gólvteppið, var tað ovboðið, tí undirritaði hevði eisini verið útsettur fyri, at "Rættvísi endaði við eini rokning", men valdi undirritaði at bíða í ein mánað, til løgfrøðingar høvdu gjørt viðmerkingar, áðrenn undirritaði skrivaði:
"Viðmerking til látur-verjuna hjá advokatinum Bjørn á Heygum."!
Treytaleyst, so ber tað ikki til at gera eina løg-frøðiliga viðmerking, uttan at øll tign varð tikin frá teimum persónum, sum vóru umrøddir, soleiðis at teir vórðu gjørdir óverdigur til teirra tignarligu størv, um nevndu persónar ikki vóru førir fyri at reinsa seg, til dømis Løgtingsins umboðsmaður Joen H Andreassen!
Undirritaði hevur áður sett táverandi sorinskrivara Joen H Andreassen í somu støðu, men tá var tað neyðugt fyri at verja egin áhugamál, men valdi sorinskrivarin tá at melda 3?persón/ boðbera Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindi, ið viðførdi eitt justitsmorð á nevnda 3?persón, tá hann varð dømdur treytaleyst í fongsul í 60 dagar, men boðskapurin/justitsmorðið rein ikki við boðberan!
Hetta var "Berufsverbot" og varð framt fyri at undir-ritaði ikki skuldi greiða frá síni vitan, og tað, sum undirritaði við familju hevði verið ígjøgnum, "tá alt bar til hjá ávísum persónum", og hetta lat seg gera við tað, at øll rættarskipanin; rætturin, ákæruvaldið, verji og ávísur part-ur av tí 4?stjórnarvaldinum spældi við!
Tað, at uppliva at 3?per-sónur varð meldaður og dømdur í fongsul fyri at vera boðberi hjá undirritaða, uttan at tað nyttaði at gera vart við hendan skeiv-leika, var ræðuligt, men hetta, at 3?persónur varð dømdur, var tað, sum skuldi til fyri at Joen H Andreassen kundi halda áfram sum sorinskrivari- og tinglýsingardómari!
Í dag verður tað ikki roknað sum løgfrøðiliga ráðilig, at fara upp ímóti fyriliggjandi Hægstarættardómi, ið tekur støði í § 10 í Mannarættindakonventiónini, ið staðfestir boðberarastøðuna, sum er vorðið friðhalgað!
Løgfrøðiliga, um eitt misálit fellur í Løgtinginum, er tað ikki tað sama sum eitt samt álit á persónin.