Rúni heldur fram sum formaður

StíF boðar frá, at nýggja nevndin í felagnum hevur skipað seg og Rúni Rasmussen heldur fram sum formaður

StíF boðar frá, at nýggja nevndin í felagnum hevur skipað seg og Rúni Rasmussen heldur fram sum formaður. Eftir aðalfundin 24. september hevði nýggja nevndin fund og skipaði seg. Í nevndini eru nú hesi:

 

Rúni Rasmussen, formaður, Egi Gothard Danielsen, næstformaður, Janneth Heinesen, kassameistari, Magni Jacobsen, nevndarlimur, og Elin Maria Bærentsen, skrivari.

 

- Nýggja nevndin er farin til verka, og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum. Nevndin telur nú fimm limir í mun til sjey áðrenn aðalfundin. Sambært viðtøkum felagsins skal nevndin telja 3-7 fólk, skrivar StíF.

 

Formaðurin seinastu tvey árini, Rúni Rasmussen, stillaði uppaftur og bleiv afturvaldur. Egi Gothard Danielsen stillaði upp og bleiv hann valdur. Teitur V. Nilssen og Jóannes Markná hava sitið í eina setu, tvey ár. Teir stillaðu ikki uppaftur.

 

Paula Berg Høgnesen hevði boðað frá, at hon fer úr nevndini eftir trúgva tænastu í 12 ár. StÍF takkar Teituri, Jóannesi og Paulu fyri teirra stóra arbeiði í tíðindaskrivi.