TOFTIR: Tað restaðu einir sjey minuttir av fyrra umfarinum á Svangaskarði, tá vongverjin hjá GÍ í vinstru, Rúni Justinussen, var liggjandi eftir á válinum eftir nærdyst við B68 miðvallaran Fróða Benjaminsen.
Teir báðir brustu saman, men tað var so mikið óheppið, at bólturin varð farin, so tað varð bein ímóti beini. Fróði Benjaminsen tóktist hava nógva pínu, men hann royndi at spæla víðari. Tíggju minuttir inn í seinna umfarið noyddist hann at gevast, men vit skilja, at hann hevur ikki fingið nakran álvarsligan løst.
Verri var hjá Rúna Justinussen, sum varð borin av vøllinum. Nakað seinni kom sjúkrabilur eftir honum, og á Landssjúkrahúsinum staðfestu teir, at beinið var brotið.
Rúni Justinussen er 27 ára gamal, og hann hevur verið fastur fúsur á GÍ liðnum øll árini, sum teir hava verið FM vinnarar. Nú er beinið lagt í gips, og vongverjin noyðist at hava tol, áðrenn hann eina ferð eftir nýggjár kann fara undir aftur at venja beinið.