Teir, sum hava keypt fyritøkuna, eru Rúni Vang Poulsen og Hendrik Egholm, sum eisini er nevndarformaður í felagnum.
Sambært Skráseting Føroya eru Rúni Vang Poulsen og Rúni Leitisstein nevndarlimir. Allir tríggir eru skrásettir at búgva í Hoyvík.
Rúni Vang Poulsen váttar, at hann og Hendrik Egholm hava keypt gomlu hvs-fyritøkuna í Runavík.
Ímyndin av Leitisstein-fyritøkuni gjøgnum mong ár var Zacharias Leitisstein og teir, ið tóku eftir, vóru synir hansara.
Umframt at reka handil í Runavík, veitir P/F Zacharias Leitisstein allar vanligar hvs-tænastur, og fyritøkan hevur eisini verkstað.