Runnu eina rúgvu

Frælsa ítróttin kappaðist við keðiliga veðrið leygardagin og vann. Í renningini var kappast á fýra ymsum teinum

Á Tórsbreyt var bæði runnið, kastað og lopið um vikuskiftið, tá Frælsur Ítróttur Føroya skipaði fyri FM. Niðanfyri er ein lýsing av rennikappingunum, og seinni taka vit hinar kappingarnar upp í blaðnum.


100 metrar

Í 100 metra renning hjá kvinnum kom Mona Breckmann fyrst á mál. Í nógva vindinum brúkti 13,96 sekund um teinin, meðan Rebekka Fuglø og Randi Kúrberg, sum gjørdust nummar ávíkavist tvey og trý, brúktu 14,55 og 16,43 sekund um sama tein.

Hjá monnum luttóku fýra harrar og var tað Daniel Djurhuus Rein, sum kom fyrstur á mál. Tað var tó ótrúliga trupult at meta, um tað var hann ella Robin Jønsson, sum var fyrstur, men við málmyndum eydnaðist tað at avgera hetta.


400 metrar

Hjá kvinnum var tað einans Rebekka Fuglø, sum bjóðaði seg fram her. Hon kýtti seg tó og kom á mál við tíðini 66,89 sekund.

Í mansfinaluni var tað Jóan Karl Joensen, sum gjørdi skjótt av og legði seg avgerandi á odda. Við tíðini 54,92 endaði hann eisini trý sekund framman fyri næsta mannin. Eftir øgiliga togan aftur og fram var tað Robin Jønsson, sum fekk silvurið og Júst í Túni, sum fekk bronsuna. Teirra tíðir vóru ávikavíst 57,92 og 58,26.


800 m

Eisini og á 400 metrum var tað Jóan Karl Joensen, sum vann, hesaferð við tíðini 2.07.77 sekund. Næstir honum vóru Júst í Túni og Djóna Højgaard, sum høvdu tíðirnar 2.12,46 og 2.22,09.

Hjá kvinnunum var aftur lagt upp til spennandi uppgerð millum Bjørk Herup Olsen, sum eigur føroyska metið, og Rebekku Fuglø, sum eisini onkuntíð hevur havt tað.

Henda dystin vann Rebekka Fuglø, sum kom á mál góð tvey sekund áðrenn Bjørk Herup Olsen, tá hon hevði tíðini 2.32.45.


5000 m

Setningurin hjá Bjørk Herup Olsen á 800 metrum var trupul at greiða, men á 5000 metrum var hon greiður favorittur.

Einasta mótstøðukvinna var Borgarhjørt Holm, sum ætlaði at sníkja seg undir teir 20 minuttirnar. Munurin teirra millum vaks eisini alsamt sum kappingin leið, og at enda hevði Bjørk vunnið við framúrskarandi tíð 18.30,12, sum bert er 18 sekund frá metinum, hon setti á oyggjaleikunum. Borgarhjørt helt røttu ferðina teir fyrstu 3000 metrarnar, men misti eitt sindur til seinast, so hon endaði við 20.10.86.

Manskappingin gjørdist sum væntað ein dystur millum Andrias Hansen og Sam Vang. Sum vanligt seinastu tíðina, var tað aftur Andrias Hansen, sum var fersetari við Sam Vang í hølunum.

Soleiðis gekk á inntil tvey umfør vóur eftir. Tá gjørdi Sam eins og hann gjørdi á ólavsøku. Hann setti ferð á og royndi at sleppa frá Andriasi Hansen. Á ólavsøku eydnaðist hetta bert partvíst, men nú gekk betur. Andrias Hansen, sum rann sína fyrstu kapping á breyt, megnaði ikki at svara aftur.

Eftir at Sam Vang var við á oyggjaleikunum sum judoíðkari, er hann nú aftur heilt uppi á toppinum sum rennari. Tíðin hjá honum 16.33,28 er ein av teimu allar skjótastu hjá honum nakrantíð! Kappingina um triðja plássið vann Hallur Holm, eitt lítið hálvt sekund framman fyri Henry Olsen.