Runnu og súkklaðu í Klaksvík

Sí myndatema

Í dag vóru fólk í býnum í Klaksvík serliga virkin. Rennifelagið Treysti skipaði fyri NS hálvmaraton og hetta var samstundis FM í hálvmaraton. Talan var um eitt býarhálvmaraton, tí runnið var bert í býnum á rundteini á 5,3 kilometrar. Eisini skipaði Treysti fyri motiónsrenning á 5 kilometrar og barnarenning á góðar 400 metrar.

 

 

Í dag var eisini síðstu dagur av umhvørvisvikuni Slóða Fyri í Klaksvík, og í tí sambandi skipaðu FNU og Rynkeby í Klaksvík fyri súkklutiltakinum Hjóvelting, har fólk høvdu pýntað súkklur sínar til høvið.

 


Sí myndir frá tiltøkunum, sum Dávur Winther hevur tikið.