Rúsevni: Ein stór broyting er tá ið tey eru 16-17 ára gomul

Ung í Føroyum er eldri tá ið tey fara at taka rúsevni, enn tey eru aðrastaðni

Tey ungu í Føroyum eru tey ungu eitt sindur eldri, tá ið tey fara at taka rúsevni enn tey eru í øðrum londum. Tað er ein niðurstøða í eini kanning, teir báðir lærararnir á miðnámsskúlanum á Kambsdali, Terji á Lakjuni og Christian Joensen, løgdu fram á ráðstevnu um rúsevni, sum var í Lívdini í Hoyvík týsdagin.

 

Men fyri tað eru tey tey ungu í Føroyum ikki serliga gomul, tá ið fara at brúka rúsevni. Teir báðir hava kanna nýtsluna hjá rúsevnum hjá miðnámsskúlanæmingum og eitt úrslit er, at meiri enn annarhvør næmingur, ella 56 prosent av teimum hevur fingið rúsevni bjóðað, so niðurstøðan er, at tað er lætt at fáa fatur á.  

 

Kanningin vísir eisini, at 25 prosent av næmingunum hava roynt rúsevni og tað er serliga í 16-17 ára aldrinum, at nýtslan vindur upp á seg og hon er størst tá ið tey eru 18-19 ár – men so minkar hon aftur.

 

Av teimum, sum siga seg hava roynt rúsevni, siga tey flestu, ella 61 prosent, at tey hava roynt hassj, kannabis og marihuana, men hini høvdu eisini roynt onnur rúsevni. Kanningin vísur eisini, at tey, sum hava roynt rúsevni, hava nógv verri sálarheilsu enn tey, sum ikki hava roynt tað.

 

Í Sosialinum hetta vikuskifti hava vit meiri um ráðstevnuna. Eitt varð ført fram, at fleiri av almennu stovnunum, eru rætt og slætt dysfunktionellir – teir virka ikki og tað varð eisini staðfest, at almennir stovnar duga ikki at samstarva.