Hann stóð fyri sigursmálinum hjá Liverpool Legends, sum vann 2-1 á Føroyar Legends.
Í undankappingini til HM-endaspælið í 1994 var føroyska landsliðið í bólki saman við Wales, har Rush er ættaður. Tá var framherjin fýra ferðir á blettinum móti Jens Martini Knudsen, sum vardi føroyska málið, í tveimum undankappingardystum. Og leygarkvøldið var hann aftur omaná við sínum fimta máli móti Jens Martini Knudsen.
Henrik Thomsen legði føroyingarnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men við málum frá John Durnin og Ian Rush eydnaðist tað Liverpool Legends at vinna.
Jón K. Joensen, myndamaður, var á Tórsvølli, og hann hevur tikið myndirnar av dystinum.