Russar biðja um styrk í Donetsk

- Høvuðsmálið hjá okkum er at verja Donetsk og Luhansk, sigur talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, í kvøld.

Tveir russiskir hermenn í leivdunum av stálverkinum Azovstal í Mariupol, sum russar hava lagt í oyði.

Leiðarin fyri sonevnda fólkalýðveldið í Donetsk, Denis Pusjilin, hevur biðið russar um fleiri hermenn.

 

Ríkisriknað russiska tíðindastovan, Ria Novosti, skrivar, at orsøkin til neyðuga styrkin er, at deildirnar eru álopnar við tungum vápnum hjá ukrainska herinum.

 

- Vit hava fingið sameindar í økinum og russar at skilja, at neyðugt er við meira herfólki, sigur Denis Pusjilin.

 

Leiðarin ákærir eisini ukrainska herin fyri at fremja krígsbrotsverk í Donetsk-regiónini og fyri at fara út um mørk í krígnum. 

 

Hesar ákærur eru tó ikki váttaðar av óheftum keldum yvirhøvur.

 

Tað er í Donetsk og Luhansk, at harðastu bardagarnir millum russisku og ukrainsku herdeildirnar eru.

 

- Høvuðsmálið hjá okkum er at verja Donetsk og Luhansk, sigur talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, í einari viðmerking í kvøld.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur talsmannin.

 

 

 

Tveir russiskir hermenn í leivdunum av stálverkinum Azovstal í Mariupol, sum russar hava lagt í oyði.