Russar drupu 16 fólk í sama bygningi í Kyiv

16 fólk doyðu í einum bygningi - og 21 tilsamans - í Kyiv, tá Russland framdi eitt stórt álop á ukrainska høvuðsstaðin í gjár

Bjargingarfólk við hundum leita eftir borgarum í leivdunum av einum oyðilagdum bygningi í Kiyv. - Mynd: Anatolii Stepanov

Tað sæst, nú bjargingarliga hava gjørt upp talið av deyðum í dag, skrivar tíðindastovan AFP.

Bygningurin, har 16 fólk doyðu, var níggju hæddir høgur og liggur í Solomjanskyj-økinum í vestara parti av býnum.

Borgarstjórin í Kyiv segði, at í minsta lagi 14 fólk vóru dripin í bygninginum.

Álopið rakti tíðliga týsdagin og varð framt við hundraðtals dronum og nógvum rakettum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur kallað hetta fyri eitt av teimum mest "ógvusligu álopunum" í trý ára krígnum.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Bjargingarfólk við hundum leita eftir borgarum í leivdunum av einum oyðilagdum bygningi í Kiyv. - Mynd: Anatolii Stepanov