Russland hevur í dag framt eitt ógvusligt álop á Ukraina við dronum, hypersoniskum rakettum og krússararakettum.
Tað hevur kravt minst 31 mannalív og sært yvir 120. Tað upplýsa myndugleikarnir í Ukraina.
Á sosiala miðlinum X sigur Volodymyr Zelenskyj í einum videoboðum í kvøld, at tey mál, sum Russland hevur rakt, eru millum anna 100 privat heim, 45 háhús, skúlar, tvær kirkjur, sjúkrahús og ein føðistova.
– Vit fara at svara russisku yvirgangsfólkunum aftur fyri hvørt álop, sigur Zelenskyj.
Bara í høvuðsstaðnum Kyiv eru níggju fólk deyð og 30 særd. Har vóru fleiri íbúðarhús og ein goymslubygningur rakt.
Talan er um eitt av størstu loftálopunum á býir í Ukraina síðan kríggið byrjaði fyri 22 mánaðum síðani.
– Í dag vaknaðu milliónir av ukrainum upp til buldur frá spreingingum, sigur Dmytro Kuleba, uttanríkisráðharri í Ukraina.
– Eg vildi ynskt, at ljóðið frá spreinginum í Ukraina hoyrdist um allan heimin, sigur hann og endurtekur áheitanina til tey sameindu hjá Ukraina í Vesturheiminum um at halda fram við hernaðarliga stuðlinum.
Franska stjórnin umrøður álopini sum »yvirgang«.
– Russland helvur fram við síni yvirgangsætlan, sum hevur sum endamál at leggja í oyði sivilia undirstøðukervið í Ukraina fyri at undirgrava mótstøðuførið hjá ukrainska fólkinum, verður sagt.
Álopið vísir, at tað ikki nyttar at tosa um vápnahvíld við Russland, verður sagtí boðum frá ukrainska uttanríkisráðnum.
– Russland umhugsar ikki aðrar møguleikar enn fullkomiliga at leggja Ukraina í oyði, verður staðfest.
Russland skeyt í dag 158 nrakettir og dronur, upplýsir ukrainska loftvápini. Av teimum eydnaðist at skjóta niður 87 krússararakettir og 27 dronu.
– Russland hevur í dag lopið á við øllum, sum tey hava í sínum goymslum, skrivaði Zelenskyj forseti fyrr í dag á sosiala miðlinum Telegtram.
Sambært ukrainska forsætisráðharranum, Denys Sjmyhal, vóru russisku álopini vend í móti kritiskum undirstøðukervi og stovnum. Í fýra økjum var elveitingini rakt av russisku álopunum.
Men eisini hernaðarligar støðir er raktar sambært ukrainska herinum.
Fleiri ukrainskir stórbýir hava verið mál, teirra millum høvuðsstaðurin Kyiv, Odesa, Lviv, Dnipro og Kharkiv.
Tvey fólk vórðu særd í havnarbýnum Odesa eftir eitt russiskt álop ímóti einum skúla.
Í Dipro er ein føðistova og ein handilsmiðstøð rakt, upplýsa embætisfólk á staðnum. Har eru fimm deyð og nógv særd.
Býurin Lviv í vestara parti av Ukraina er ikki lagt frá Póllandi varð raktur tíðliga í nátt. Fyrrapartin vóru aftur boð um spreingingar í býnum.
Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, sigur, at álopið vísir, at Vladimir Putin, forseti, ikki vil lata seg steðga í royndini at berja niður fólkaræði og frælsi.
– Vit vilja ikki lata hann vinna. Vit mugu halda fram við at standa saman við Ukraina – so leingi sum tað varar, sigur hann.
Russisku álopini verða framd fáar dagar eftir at tað eydnaðist Ukraina at søkkja eitt størri russiskt krígsskip á hálvoynni Krim.
/ritzau/Reuters