Bretska blaðið Financial Times vil vera við, at Russland nýtir sín sýtingarrætt í ST til at fáa sum mest burturúr, áðrenn landið møguliga fer at taka undir við amerikansku ætlanini um at leypa á Irak. Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at russiska stjórnin hevur veitt landsins størsta oljufelagið, Lukoil, vissu fyri, at tess áhugamál í Irak eru trygg, sama hvat fer at henda.
-Seinastu árini hava russar verið væl við irakar, amerikanarar og aðrar, bara teir kunnu fáa fíggjarligan vinning burtur úr samveruni. Í veruleikanum hava amerikanarar og irakar stríðst um at koyra sum mest í tann russiska lumman, skrivar Financial Times.
Forstjórin í Lukoil, Vagit Alekperov, sigur við bretska blaðið, at russisku oljuáhugamálini í Irak hava verið frammi hvørja einastu ferð, Vladimir Putin, forseti hevur tosað við amerikansku stjórnina um Irak.
-Eg havi fingið váttan fyri, at russiska stjórnin verjir okkara áhugamál, og hendan váttan er eisini galdandi, skuldi Saddam Hussein fallið, sigur Alekperov.
Russiski staturin eigur 14 prosent av Lukoil, sum eigur 68 prosent av oljuleiðini Vestur-Kurna í Irak, har íløgur eru gjørdar fyri einar 44 milliardir krónur. Oljuleiðin er ein tann størsta í heiminum og verður mett at rúma umleið 20 milliardum tunnum.