Í nátt fegnaðist russiski forsetin, Vladimir Putin um, at tað eftir eitt heilt ár hevur eydnast russiska herinum at taka ukrainska býin, Pokrovsk, men mangt bendir, at hetta ikki er heilt rætt

Russar hava ikki fult tamarhald á Pokrovsk

Reuters hevur havt samband við ukrainskar deildir, sum stríðast í býnum, og her verður sagt, at deildirnar fremja álop á russiskar deildir  í syðra parti av býnum

Í nátt fegnaðist russiski forsetin, Vladimir Putin um, at tað eftir eitt heilt ár hevur eydnast russiska herinum at taka ukrainska býin, Pokrovsk, men mangt bendir, at hetta ikki er heilt rætt

Í gjár segði Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, at russiski herurin eftir langt um leingi hevði tikið ukrainska býin, Pokrovsk í Donetsk-regiónini.

 

Sambært útlendskum miðlum, hava russar fleiri ferðir áður hildið upp á, at býurin er fallin, men Ukraina hevur sagt, at hetta er ikki so.

 

Í morgun siga ukrainsku myndugleikarnir, at herurin hjá teimum framvegis hevur ræðið í pørtum av býnum.

 

Reuters hevur havt samband við ukrainskar deildir, sum stríðast í Pokrovsk, og her verður sagt, at deildirnar fremja álop á russiskar deildir  í syðra parti av býnum.

 

Útsagnirnar úr Ukraina koma eftir, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fingið at vita, at Pokrovsk er fallin í russiskar hendur.

 

Eygleiðarar vísa á, at um russar fáa fult tamarhald á Pokrovsk, kann hetta slóða fyri russiskari framtøku til aðrar býir í Donetsk, sum framvegis eru undir ukrainskum ræði.

 

 

 

 

 

Í nátt fegnaðist russiski forsetin, Vladimir Putin um, at tað eftir eitt heilt ár hevur eydnast russiska herinum at taka ukrainska býin, Pokrovsk, men mangt bendir, at hetta ikki er heilt rætt