Russar hita upp til Føroyar við 22-0 sigri

Russland, ið er mótstøðuliðið hjá U-19 landsliðnum hjá Føroyum í annaðkvøld vann sunnukvøldið 22-0

Tað er ikki bara a-landsliðið hjá Føroyum, ið er í landsliðsørindum í Belfast í hesum døgum. Umframt a-landsliðið, so er U-19 landsliðið hjá Føroyum eisini í Norður Írlandi til undankapping.



Fyrsti dysturin hjá Føroyum er í annaðkvøld, tá Føroyar skulu spæla móti Russlandi. Og sigast má, at føroyska liðið kann fáa harða mótstøðu í annaðkvøld, tí sunnukvøldið vann russiska U-19 landsliðið heili 22-0 móti Cheadle Town, ið til dagligt spælir í Non-League í Onglandi.

Orsøkin til at Russland hevur spælt í Onglandi, er tí at russiski hópurin hevur verið í venjingarlegu í Onglandi í 10 dagar áðrenn undankappingina í Norður Írlandi.

 

U-19 dreingirnir nýtast tó ikki at ræðast russisku dreingirnir, tí í 2009 vann okkara U-21 landslið 1-0 á heimavølli móti Russlandi. 



Umframt Russlandi, so skal føroyska U-19 liðið eisini spæla móti Norður Írlandi og Kekkia.

 

Dysturin millum Føroyar og Russland verður leiktur á Shamrock Park í Portadown, nakað uttanfyri Belfast. Hann byrjar klokkan 19:00 í annaðkvøld.



Føroyski hópurin sær annars soleiðis út:

 

Dan í Soylu, AB
Benjamin Heinesen, B36
Hákun Edmundsson, B68
Rói H. Olsen, EB/Streymur
Búi Egilsson, FC Suðuroy
Jákup F. Hansen, Hilmar Leon Jakobsen og Bartal Wardum, HB
Mikkjal á Bergi og John Daniel Gudjónsson, KÍ
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen og Meinhard Olsen, NSÍ
Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DEN)
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Dánjal Godtfred, Ikast FS (DEN)
John Frederiksen, NB Bornholm (DEN)
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)

 

 

Venjarar hjá tí føroyska U-19 landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen. Eyðun Klakstein er høvuðsvenjari, meðan Oddbjørn Joensen er hjálparvenjari.

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunkt frá 22-0 sigrinum hjá Russlandi móti Cheadle Town.