Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at slagið um Sievjerodonetsk fer at verða mint, sum eitt av teimum blóðugastu í søguni. Av 100.000 íbúgvum, eru nú umleið 10.000 eftir í býnum.

Russar leypa á Luhansk frá níggju støðum

- Slagið um Sievjerodonetsk fer at verða mint, sum eitt av teimum blóðugastu í søguni, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at slagið um Sievjerodonetsk fer at verða mint, sum eitt av teimum blóðugastu í søguni. Av 100.000 íbúgvum, eru nú umleið 10.000 eftir í býnum.

Ukrainski hernaðarleiðarin, Valerij Zaluzjnyj, sigur, at russisku herdeildirnar hava sett stórálop í verk í Luhansk-fylkinum har eysturi í landinum, og lopið verður á frá heili níggju støðum, sum hann tekur til.

 

- Hørðu bardagarnir um Luhansk-fylkið halda fram. Russar fremja bæði loftálop, og teir brúka bæði rakettdrivnar granatir og rakettir í sínum álopum, sigur hann.

 

Valerij Zaluzjnyj vísir á, at býurin, Sievjerodonetsk, har harðir bardagar hava verið í vikur, hevði fyri kríggið 100.000 íbúgvar. Nú eru eini 10.000 sivilfólk eftir í býnum.

 

Mánadagin segði guvernørurin í Luhansk-fylkinum, Serhij Hajdaj, at russiskar deildir hava oyðilagt tríggjar brýr, sum gingu um ánna, Donets.

 

Hann legði aftrat, at ukrainskar deildir framvegis hava ræðið á 30-40 prosentum av Sievjerodonetsk.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í gjár, at slagið um Sievjerodonetsk fer at verða mint, sum eitt av teimum blóðugastu í søguni.

 

Saviano Abreu, sum er talsmaður fyri ST-skrivstovuna fyri neyðhjálp, sigur við BBC, at stórur tørvur er á vatni og reingerðarvørum í Sievjerodonetsk, og hetta er ein ógvuliga trupul støða.

 

- Tað fer at føra til heilsutrupulleikar, um fólk fara at leita sær vatn í tilvildarligum keldum. Vit eru noydd at tryggja fólkinum í býnum vatn skjótast tilber, sigur hann við tíðindarásina.

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at slagið um Sievjerodonetsk fer at verða mint, sum eitt av teimum blóðugastu í søguni. Av 100.000 íbúgvum, eru nú umleið 10.000 eftir í býnum.