Ivan Eginsson sum er av russiskari ætt er ivaleysur: - Russland er tað størsta landið í europeisku fótbóltssamgonguni. Russland er tað einasta limalandið í UEFA, sum hevur meir enn 100 miljónir íbúgvar. Russland hevur ongantíð áður verið vertur fyri hvørki HM ella EM-endaspælinum, samanborið við Ongland, Frakland, Týskland, Spania og Italia, sum øll hava hýst hesum kappingunum.
At hann heldur talan er um eina gløgga avgerð hjá aðalstjórnini hjá FIFA, undirstrikar Ivan staðiliga: - Tað skerst ikki burtur, at sjálvt um fótbóltur er tann størsta ítróttargreinin í Russlandi, so er fótbóltur ikki ein líka stór ítróttargrein í Russlandi, sum í Onglandi og Spania. Men eg ivist onga løtu í, at Russland megnar at skipa fyri HM-endaspælinum.
Ivan slær eisini fæst, at Sepp Blatter FIFA-forseti hevur havt ein politikk um, at fótbólturin skal spjaðast kring allan heimin. Tað sást eisini í ár, tá HM á fyrsta sinni var hildið í Afrika. - HM í 2014 verður í Brasil, so eg trúgvi ikki, at tað verður nakar praktiskur trupuleiki hjá Russlandi at standa fyri HM-endaspælinum í 2018.
Russland hevur ikki nóg nógvar leikvøllir enn. Tað eru kanska bert ein ella tveir leikvøllir, sum eru klárir sum er. Men Ivan undirstrikar, at tað gekk væl hjá Russlandi at skipa fyri Champions League finaluni í Moskva í 2008, og at landið skal hýsa OL-vetrarleikunum í 2014, og at russar tí fara at megna uppgávuna til fulnar at verða HM-vertstjóð í 2018.