Russar provokeraðir av ukrainskari EM troyggju

Ukraina hevur avmyndað Krimhálvoynna á landsliðsbúnanum. Tað hóvar ikki russum

(Mynd: STRINGER / AFP)

Mynd tikin í gjár vísir eina Euro 2020-troyggju hjá ukrainska fótbóltslandsliðnum.

Ukraina provokeraði Moskva í gjár, tá troyggjan hjá fótbóltslandsliðnum til EM endaspælið, sum byrjar í vikuni, varð víst fram. Á troyggjuni er mynd av Krimhálvoynni, sum Russland hevur lagt undir seg og tjóðskaparlig rakstrarróp.

Búnin í blá-gulum litum hevur ukrainska flaggið og eina siluet av Ukraina, har eisini hertikina Krim og landspartarnir, har loysingarsinnað hava valdið, Donetskt og Lugansk eins og orðini »Heiður til Ukraina! Heiður til hetjurnar«.

 

 

(Mynd: STRINGER / AFP)