Landsdystur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Moskva
Tað tykist ikki, sum um dysturin móti pinkulinginum, Føroyum, er nakað, sum fær vanliga russaran til at leggja nakað serligt í fótbóltin. Fólk á gøtuni vita valla av, at fótbóltsdystur er á skránni, og heldur ikki verður roknað við, at nakað serligt av áskoðarunum verður til dystin.
Sjónvarpsstøðin, sum eigur rættindini til dystin, hevur eisini gjørt av, at teir ikki vilja varpa dystin út, og kanska viðførir hetta, at talið av áskoðarunum kvinkar nakað uppeftir, men ikki kann roknast við fleiri enn 20.000 áskoðarum á ristastóra leikvøllinum.
Nøgdur við sigur
Ein av stjørnunum á russiska liðnum, Alexander Mostovoi, verður í bløðunum endurgivin fyri at siga, at talan als ikki verður um nakran lættan dyst.
- Eftir javnleikin móti Slovenia verða vit noyddir at vinna. Tí eri eisini nøgdur, um talan verður um ein tepran 1-0 sigur, sigur Mostovoi, sum dagliga spælir við spanska Celta Vigo.
Ítróttarblaðið, har hann verður endurgivin, tykist tó rokna við, at talan allar helst verður um ein hampuliga tryggan føroyskan sigur. Skrivað verður, at føroyingarnir allar helst eru komnir til Russlands við einum endamáli, og tað er verju.
Uttan stórvegis hóvasták verður staðfest, at Føroyar fara at spæla við níggju monnum í verjuni, meðan ein áleypari verður á toppinum. At Todi Jónsson ikki er við, tykist blaðið als ikki at hava fangað.