Russar sleppa ikki longur á Facebook

Nú avgerðin er tikin um at steingja fyri Facebook í Russlandi verður tað truplari hjá russiskum ríkisborgarum at finna upplýsingar um russisku álopini í Ukraina.

Sambært útlendskum tíðindamiðlum í kvøld, hava myndugleikarnir í Russlandi tikið avgerð um at steingja fyri Facebook í øllum landinum.

 

Tað upplýsa russisku samskiftismyndugleikarnir í tíðindaskrivi.

 

Orsøkin til, at fólk í Russlandi ikki longur skulu sleppa út á sosiala miðilin er, at russar síðan 2020 í 26 førum hava staðfest "diskrimnatión" á Facebook av russiskum tíðindamiðlum og upplýsingarkeldum.

 

Haraftrat kemur, at Facebook seinastu dagarnar hevur gjørt av at steingja fyri fleiri russiskum miðlum og sjónvarpsrásum.

 

Í hesum sambandi nevna russar sjónvarpsrásina Zvezda TV, tíðindastovuna RIA Novosti, Sputnik, Russia Today umframt Lenta.ru og Gazeta.ru.

 

Útlendskir miðlar skriva, at nú avgerðin er tikin um at steingja fyri Facebook í Russlandi, verður tað truplari hjá russiskum ríkisborgarum at finna upplýsingar um russisku álopini í Ukraina.

 

- Flestu russiskir miðlar og upplýsingarkeldur eru undir eftirliti av russiska statinum, og tað merkir, at fólk bara fáa tær upplýsingar, sum russisku myndugleikarnir sjálvir vilja, skriva útlendskir miðlar í kvøld.