Georgiska innanríkisráðið segði í morgun, at russiski herurin var farin undir at taka seg aftur úr georgiska býnum Gori, sum hevur verið undir russiskum eftirliti teir seinastu dagarnar.
Í gjár komu fleiri russisk hernaðarakfør til Gori. Russiska frágreiðingin var, at hermenninir skuldu verja fólkið í býnum, men georgisku myndugleikanrir søgdu tað vera skálkaskjól, og at Russland hevði brotið avtaluna um vápnahvíld.
Í morgun væntaðu eygleiðarar, at afturtøkan úr Gori var byrjanin til russiska afturtøku úr Georgia.
Eitt amerikanskt flutningsflogfar kom í morgun til Georgia við neyðsynjarvørur, og eitt annað skuldi koma seinni í dag.