Umskiping
Suðuroyingar hava seinastu árini brúkt ikki sørt av orku uppá at økja virksemið í oynni. Eitt, sum bæði tvørafólk og vágbingar hava roynt í hesum sambandi, er at fáa fremmand skip til Suðuroyar at skipa um og at leggja vøru upp.
Í hesum sambandi var fundur herfyri í Suðuroy ímillum kommunupolitikarar og vinnulívsfólk og russisk reiðarí og umboð teirra í Føroyum, Faroe Agency, um at fáa russisk skip til Suðuroyar at skipa um og kanska keypa vørur og tænastur úr Suðuroy.
Og nú sær út til, at hetta kanska er við at bera ávøkst.
Bæði í Vági og á Tvøroyri hava russisk skip ligið hesar seinastu dagarnar og umskipa svartkjaft upp í móðurskip.
Í Vági hava tveir russrar ligið og har hava teir eisini tikið pakkitilfar.
Í Vági er tað Johan Dahl, sum hevur sín leiklut í at fáa russisk skip hendavegin og hann sigur, at endamálið er at fáa teir eisini at leggja fisk upp til frystigoymsluna í Vági.
Sum er, kasta russisku skipini av sær í havnargjaldið o.s.fr., umframt at nakað av arbeiði stendst av at fáa pakkitilfar og annað, umborð.
? Men eydnast tað at fáa russisku skipini at leggja upp til frystigoymsluna, kann tað kasta rættiliga nógv arbeiði av sær.
Í morgin koma tveir russarar afturat til Vágs at skipa um.
Nú vit hava fingið nýggja samferðsluhavn í Trongisvági er havnin á Drelnesi tøk til onnur endamál og kommunan hevur gjørt fleiri royndir at fáa nyttu burturúr havnini.
Hetta vikuskiftið hava trý russisk skip ligið á Drelnesi og skipaðu svartkjaft um. Tveir trolarar skipaðu upp í eitt móðurskip.
Eisini hetta eru russisk skip, sum Faroe Agency umboðar.
Eins og í Vági, vóna tey á Tvøroyri eisini, at hetta er nakað, sum kann vinda uppá seg.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tvøroyrar Kommuna roynir at fáa russisk skip inn á Tvøroyri at skipa um.
Ein roynd var gjørt fyrst í nítiárunum og eisini tá vóru nøkur skip á Tvøroyri. Men tá var talan um almenn reiðarí og alt tað datt niðurfyri, tá ið Svjettsamveldið syndraðist. Og hetta eru fyrstu russararnir, sum eru aftur á Tvøroyri.