Russi vil hava Arsenal

Russiski ríkmaðurin Alisher Ushmanov er væl ávegis til at keypa sær meirilutan í enska Arsenal. Arsenal er helst seinasta stórfelagið í Onglandi, sum enn ikki hevur skift eigara seinnu árini, men tann støðan stendur neyvan við leingi, um Ushmanov fær sín vilja. Saman við Farhad Moshiri hevur Ushmanov nú tryggjað sær ræðisrættin á 21% av partabrøvunum í felagnum. Størsti partaeigarin er tó enn Danny Fizman, sum eigur 24% av partabrøvunum.