Russisk bumbuflogfør í kanadiskum luftøki

Kanadiska verjan sendi í gjárkvøldið jagaraflogfør eftir nøkrum russiskum bumbuflogførum, sum vóru komin inn í kanadiskt luftøki uttan at hava fingið loyvi til tess. Sambært BBC hava teir russisku myndugleikarnir sagt, at bumbuflogførini vóru í ferð við eina venjing.

Russar avsanna, at flogførini gjørdu seg inn á kandiskt luftøki, men kanadiska verjumálaráðið sigur, at flogførini vóru 463 kilometrar frá Goose Bay í Nýfunnalandi og tískil inni í kanadiskum luftøki.

Tí sendi verjan tvey jagaraflogfør av slagnum CF-18 á flog, og tey góvu teimum russisku bumbuflogførunum boð um at fara út úr tí kanadiska luftøkinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at russiskk bumbuflogfør koma inn í kanadiska luftøkið uttan loyvi. Tað sama hendi í fjør, sigur BBC.