Russisk bumbuflogfør yvir Barentshavinum

- Fleiri russisk bumbuflogfør av slagnum, Tu 160, flúgva í hesum døgum yvir Barentshavinum og norskum havøki annars, veit tíðindastovan NTB at siga

Russiska verjumálaráðið hevur lagt hesa myndina út frá hernaðarvenjing í Barentshavinum.

Á myndini oman fyri er tað russiski norðurflotin, sum hann verður róptur, ið venur seg at finna fremmandar kavbátar, og tað er russiska verjumálaráðið, sum hevur lagt myndina út.

 

Sagt verður, at myndin er tikin í Barentshavinum.

 

Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at fleiri russisk bumbuflogfør av slagnum, Tu 160, í dag hava flogið yvir Barentshavinum og norskum havøki annars.

 

Russiska tíðindastovan Ria sigur, at talan er um herflotavenjingina - Ocean-2024 - sum byrjaði í vikuni og heldur fram til hin 16. september.

 

- Í hesum sambandi verður eisini flogið yvir Barentshavinum, sum er ein partur av venjingunum, sigur Ria.

 

Talan er um rættiliga umfatandi hernaðarvenjingar, sum eru í fleiri økjum samstundis.

 

Reuters veit at siga, at Ocean-2024 er víða um høv, bæði í arktiskum øki, Eystursjónum, Kaspiska Havinum og Kyrrahavinum.

 

Í russiska verjumálaráðnum verður sagt, at 400 skip og kavbátar, 125 flogfør og 90.000 herfólk eru við í hesum venjingum.

 

 

 

 

 

Russiska verjumálaráðið hevur lagt hesa myndina út frá hernaðarvenjing í Barentshavinum.