Vitnir í ukrainska høvuðsstaðnum vita at siga, at harðar spreingingar hava verið at hoyrt í Kyiv í vátt, og loftávaringar hava verið í gongd.
Sagt verður, at talan er um dronuálop á høvuðsstaðin.
Reuters veit frá vitnum at siga, at ein røð av hørðum spreingingum hava verið at hoyra, og at hetta ljóðaði sum loftverjuskipanin var í gongd.
Í gjár læt ein kvinna lív í ukrainska býnum, Kharkiv, og 41 onnur vóru særd av russiskum bumbum, sum raktu eini háhús í býnum.
Millum tey særdu eru fleiri børn.
- Eldur kom í íbúðarblokkin av álopinum, veit guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synjehubov, at siga á Telegram, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.