Russisk fótbóltsstjørna hevur skrivað til Putin

Fyrrverandi liðskiparin á russiska fótbóltslandsliðnum, Igor Denisov, hevur skrivað til Vladimir Putin og sagt, at hann er til reiðar at fara til kníggja fyri forsetanum, um hann vil gevast við krígnum í Ukraina.

 

- Eg veit ikki, um eg verið fongslaður ella dripin, men eg sigi tað, soleiðis sum tað er, sigur Igor Denisov.

38 ára gamla russiska fótbóltsstjørnan, Igor Denisov, sum var liðskipari á russiska fótbóltslandsliðnum árini 2012 til 2016, er ikki mjúkur í oðum um russisku krígsførsluna í Ukraina.

 

Í einari YouTube-samrøðu sigur Igor Denisov, at hann er ørkymlaður og knústur yvir støðuna í Ukraina. Hann sigur, at tað, sum fer fram í krígsherjaða landinum, er ein katastrofa.

 

- Hetta er ræðuligt. Eg veit ikki, um eg verið fongslaður ella dripin fyri hesi orð, men eg sigi tað, soleiðis sum tað er, sigur hann í samrøðuni.

 

Igor Denisov vísir á, at hann hevur sent eitt bræv til Vladimir Putin, har hann sigur, at hann er til reiðar at fara til kníggja framman fyri forsetanum, um hann vil steðga krígnum.

 

Hann sigur, at hann eisini hevur sent eitt ljóðbrot til russisku miðlarnar, men eingin hevur tikið ljóðbrotið upp.

 

Í samrøðuni, sum sipað verður til, og sum verður endurgivin av eitt nú Politico og Goal.com, sigur fyrrverandi liðskiparin á russiska fótbóltslandsliðnum, at hann ikki longur er errin av at vera russari.

 

Úttalilsini hjá Igor Denisov eru hugvekjandi, tí fáar atfinningar hava verið at sæð ímóti krígnum frá russiskum ítróttarstjørnum. Heldur eru hesi fólk brúkt aktivt í propaganda'ini hjá forsetanum, Vladimir Putin.

 

##med2##

 

Úttalilsini hjá fótbóltsstjørnuni eru eisini hugvekjandi, tí í Russlandi kanst tú nú fáa fongsulsrevsing upp í 15 ár fyri at bera "følsk tíðindi" og fyri alment at siga nakað, sum "diskrediterar" krígsførsluna hjá Russlandi í Ukraina.

 

Í samrøðuni snakkar Igor Denisov eisini um, hvussu vit eiga at snakka við børnini um tað, sum hendir í Ukraina, og hann leggur aftrat, at hann eigur eini hús í Spania, har hann kann flýggja, um hann verður hóttir eftir samrøðuna.

 

- Tað er rætt at steingja Russland úti í ítróttarkappingum, sigur fyrrverandi liðskiparin á russiska fótbóltslandsliðnum, samstundis sum hann vísir á, at hvør einstakur russari, sum ikki talar at, er sekur í tí, sum hendir í Ukraina.

 

 

 

- Eg veit ikki, um eg verið fongslaður ella dripin, men eg sigi tað, soleiðis sum tað er, sigur Igor Denisov.

- Tað er rætt at steingja Russland úti í ítróttarkappingum, sigur fyrrverandi liðskiparin.