Herfyri vóru heili 11 russisk herskip innanfyri 200 fjórðingamarkið hjá Íslandi, skrivar blaðið Visir Ongantíð síðan toskakríggið móti Stórabretlandi í sjeytiárunum hava so nógv hernaðarlig skip verið at sæð í íslendskum sjógvi, sum fyri fjúrtan døgum síðan.
Íslendska blaðið Visir skrivar, at herfyri vóru ikki fyrri enn 11 hernaðarlig russisk skip innanfyri íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið.
Hesi skip komu tó ongantíð nær íslendska 12 fjórðingamarkinum, leggur blaðið aftrat.