Myndugleikarnir í russiska svartahavsbýnum, Novorossijs, vita í morgun at siga, at ukrainski herurin hevur rakt eina russiska oljugoymslu í býnum tíðliga í nátt.
- Oljugoymslan og ymiskur útbúnaður við havnalagið í býnum eru rakt í ukrainska álopinum, verður lagt aftrat.
Átaksstøðin í Krasnodar-regiónini í Russlandi skrivar á Telegram, at leivdir av niðurskotnum ukrainskum dronum eisini hava rakt tríggjar íbúðir.
- Vindeygu eru knúst, men eingin hevur fingið løstir, verður sagt.
Russiskir myndugleikar siga, at ein oljugoymsla í einum umskipingaranleggi er rakt og onkrar aðrar instalatiónir við havnalagið.
- Frætt er ikki um, hvussu umfatandi skaðarnir eru, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Í langa tíð hevur ukrainski herurin lopið á russiskar oljugoymslur og oljureinsarí kring um í Russlandi.
Hetta hevur havt við sær, at framleiðslan av brennievni ikki hevur verið optimal, og bensin og diesel er gingið undan í ávísum pørtum av landinum.










