Ein russiskur raketskjøldur, sum hevur verið úti í atmosferini og vent, er lagdur sum tak á ein hjall í Klaksvík og skal nú verja krovini, sum fara at hanga í hjallinum í heyst.
Tað var í 2010, at klaksvíkstrolarin Gadus fekk eitt skjøldur í trolið, tá ið teir fiskaðu 50 fjórðingar vestur úr Novaya Zemlya. Tað var eyðsýnt, at hetta var ein serstakur lutur. Manningin hugdi og kannaði, og hóast tað kundi líkst einum luti av einum flogfari, bendi okkurt á, at tað ikki var so.
Eitt nummar stóð á skjøldrinum, og so bar til at leita seg fram til, at skjøldurin var partur av eini russiskari rúmdarrakett, sum í november 1981 hevði sent ein fylgisvein í ringrás um jørðina. Rakettin var 30 metrar til longdar og vigaði góð hundrað tons.
Lutir av rakettini vóru so falnir niður aftur á jørðina, og partur av skjøldrinum har frammi á rakettini var endaður í russiskum sjógvi , har Gadus royndi við troli.
- Vit vóru nakrir, sum høvdu hug at taka hendan lutin við heim og brúka hann til okkurt, og endin var, at eg tók hann við mær, sigur Heini Ósá, sum var kokkur umborð á Gadus á túrinum í 2010.
- Tá ið skjøldurin hevði ligið á dekkinum í eina viku, fór eg at hyggja at honum og helt tá fyri, at vit skuldu kanska bara blaka hann út aftur. Men tíbetur bleiv tað ikki til tað.
Lættur skjøldur
Heini Ósá er búsitandi í Klaksvík. Hann kokkast á Kósini og er onkran túrin við Gadus av og á. Eisini fæst hann við seyð, og nú hann hevur bygt sær nýggjan hjall við seyðahúsið oman fyri vatnbrunnarnar í Klaksvík, hevur hann brúkt russiska rakettskjøldurin.
- Skjøldurin hevur ligið her í Klaksvík, síðani vit komu heim í 2010. Fyrst hugsaði eg at brúka hann til eitt seyðaskýli, sum eg hugsaði at gera, men nú bleiv tað til eitt tak á hjallinum, greiðir Heini Ósá frá.
- Eg visti als ikki, um hetta fór at rigga, men nú sær tað fínt út, sigur hann.
Skjøldurin var eitt vet boygdur, men hevur verið lættur at fáa at liggja sum tak.
- Tað var eingin trupulleiki hjá fýra monnum at lyfta skjøldurin. Hann tykist vera sera sterkur, men hann er gjørdur úr løttum tilfari. Og so hava vit sjálvandi syrgt fyri at festa hann sera væl, so at hjallurin, sum er úr betongi, heldur til nógva vindin, sum kann verða her, sigur Heini Ósá.
Áhugi fyri hjallinum
Heini Ósá flettir saman við øðrum umleið 30 seyðir um árið, og tað verður gjørt í seyðahúsinum. Í heyst skulu krovini so út í nýggja hjallin at hanga.
- Eg havi gjørt hjallin uppi yvir einari á, tí tað skal halda flugunum burtur, so eg eri spentur at vita, hvussu hetta fer at rigga, sigur hann.
Sermerkti hjallurin hevur vakt áhuga millum fólk, og Heini hevur frætt, at onkrir russarar ætla sær til Klaksvíkar at hyggja at hjallinum. Í farnu viku løgdu nakrir danskarar leiðina framvið.
Og tað, sum einaferð varð partur av russiskari rúmdarrakett, er nú enda sum partur av hjalli í Klaksvík. Ein slík samanrenning millum føroyska mentan og russiska rúmdarætlan man ikki verða komin fyri fyrr.