Talan var um óvæntað úrslit í Champions League í kvøld.
Einki var tó meira óvæntað, enn at Rubin Kazan skuldi taka øll stigini við sær av Camp Nou í Barcelona.
Russisku gestirnir løgdu bragdliga fyri, tá Ryazantzev skoraði eftir góðum minutti, men Zlatan Ibrahimovic fekk tó javnvág í stutt eftir steðgin.
Eitt korter fyri leiklok sendi Gokdeniz tó verjandi meistararnar í gólvið, tá hann skoraði avgerandi málið.
Á Anfield er trýstið á Rafael Benitez øgiligt, eftir at Lyon í kvøld tók øll stigini við sær.
Liverpool var annars klárt betri fyri stegðin, og fult uppiborið vóru teir á odda við máli frá Benayoun.
Í seinna hálvleiki gekk tó heilt galið. Gonalons javnaði fyri gestirnar, og í yvirtíðini avgjørdi innskifti Delgado dystin eftir kontraálop.
Úrslitini í kvøld vóru annars hesi:
Bólkur E
Debrecen-Fiorentina 3-4
Liverpool-Lyon 1-2
Bólkur F
Barcelona-Rubin Kazan 1-2
Inter-Dynamo Kiev 2-2
Bólkur G
Rangers-Unirea Urziceni 1-4
Stuttgart-Sevilla 1-3
Bólkur H
Alkmaar-Arsenal 1-1
Olympiakos-Standard Liege 2-1