Aftur í nátt hevur ein russisk álopsbylgja rakt Ukraina, og ukrainskir myndugleikar siga, at teir hava skotið niður tilsamans 35 iranskar Shahed 2-dronur, eisini kendar sum "kamikazedronur".
Umframt at senda Shahed 2-dronur eftir ukrainskum málum, hava russar sambært ukrainskum myndugleikum eisini skotið 16 rakettir og hava framt 61 loftálop í regiónunum, Kharkiv, Kherson, Nikolaev og Odessa.
- Eisini eru skrásett 52 hendingar í nátt við bumbing, siga ukrainsku myndugleikarnir í morgun. Lagt verður aftrat, at sivilfólk hava latið lív, og onnur eru særd, eins og bústaðir og undirstøðukervið eru rakt í russisku álopunum.
Ukrainsku myndugleikarnir siga, at sannlíkindini fyri enn fleiri russiskum álopum kring alt Ukraina eru stór, og so seint sum í morgun eru fleiri fráboðanir komnar um álop og spreingingar.