Russiskar herdeildir avskornar frá veitingum

Russisku hermenninir á vestursíðuni av ánni, Dnipro í Ukraina, eru avbyrgdir. Ukrainar hava bumbað allar brúgvarnar í økinum, og russisku hermenninir hava stórar trupulleikar við at fáa veitingar.

 

Ukrainski herurin hevur oyðilagt veitingarleiðir fram til russisku herdeildirnar, sum hava tikið stóra og týdningarmikla býin, Kherson. Býurin fall stutt eftir russisku innrásina hin 24. februar í ár.

 

Norski hernaðarserfrøðingurin, Palle Ydstebø, sum eisini er høvuðslærari við Krígsskúlan, ásannar, at russiskar herdeildir eru í stórum trupulleikum á Kherson-leiðini.

 

- Ukrainar hava víst, at teir ikki bara kunnu raka brúgvarnar, men eisini, at brúgvarnar verða raktar, har teir ynskja at raka tær, sigur hernaðarserfrøðingurin við norska kringvarpið, NRK.

 

Hann vísir á, at skaðarnir á brúgvarnar eru slíkir, at tyngri hernaðarakfør kunnu ikki koyra eftir teimum. Tað merkir, sigur hann, at russar ikki kunnu fáa vápnaveitingar hendavegin.

 

Tað er ógreitt, hvussu nógvir russiskir hermenn eru endaðir í hesi truplu støðu í Kherson, men NRK veit at siga, at áðrenn ukrainar byrjaðu at skjóta eftir brúgvunum, vóru fleiri enn 10.000 russiskir hermenn á vestursíðuni av ánni, Dnipro.

 

- Síðan hava russisku herdeildirnar fingið meira fólk, og eg havi sæð so stór tøl sum 30.000, sigur norski hernaðarserfrøðingurin, Palle Ydstebø. 

 

Hann vísir á, at allar tær týdningarmestu brúgvarnar í økinum eru álopnar av ukrainum og hin fjórða brúgvin, sum er ein jarnbreytarbrúgv, kann heldur ikki brúkast meira. 

 

Fyrrverandi leiðari í norska herinum, generalurin Odin Johannessen sigur, at russisku hermenninir um hesar leiðir eru í teirri støðu, at tað eisini er trupult hjá teimum at koma sær burtur úr stríðsøkinum.

 

- Um ukrainar nú brúka vit og skil og fylgja fólkarættinum í einum kríggi, kunnu teir vinna ein stóran hernaðarligan og politiskan sigur, heldur Odin Johannessen.

 

Inni í hesum avbyrgda øki liggur býurin Kherson, sum er hin størsti hertikni býurin í Ukraina.

 

##med2##

 

Fyrrverandi generalurin heldur tað ikki vera óhugsandi, at ukrainar kunnu fáa russisku hermenninar, sum eru avbyrgdir í økinum, at yvirgeva seg. 

 

- Um so verður, kann hetta ganga út yvir stríðshugin. Síggja russisku hermenninir, at ukrainar fara væl við sínum krígsfangum, er tað kanska júst hetta sum skal til fyri at fáa russisku hermenninar í økinum at leggja vápnini, heldur Odin Johannessen.

 

Tað eru fýra týdningarmiklar brúgvar í økinum.

 

- Tríggjar av hesum ganga tvørtur um ánna, Dnipro í Kherson-fylkinum, og hin fjórða gongur um ánna, Inhulets. Allar brúgvarnar eru álopnar av ukrainska herinum, veit NRK at siga.

 

Lagt verður aftrat, at fundamentini til brúgvarnar standa, og brúgvarnar kunnu umvælast.

 

##med3##