Russiskar møður við kravi til Putin

- Í níggju mánaðir hevur sonevnda "spesialoperatiónin", sum hevur við sær oyðilegging, sorg, tár og blóð, verið í gongd, siga møðurnar á russiska mammudegnum í dag.

Ein bólkur av russiskum møðrum er nú byrjaður at savna inn undirskriftir í samband við mammudagin, sum er í Russlandi í dag.

 

Tíðindastovan CNN veit at siga, at higartil hevur bólkurin savnað inn 3.300 undirskriftir. 

 

Møðurnar krevja, at forseti landsins, Vladimir Putin, tekur russisku herdeildirnar úr Ukraina og letur herfólkini koma heimaftur til sínar familjur.

 

Málið hjá bólkinum er sambært netstaðnum - Change.org - at fáa 5000 undirskriftir.

 

- Í níggju mánaðir hevur sonevnda "spesialoperatiónin", sum hevur við sær oyðilegging, sorg, tár og blóð, verið í gongd. 

 

Møðurnar siga, at tað, sum hendir í Ukraina og Russlandi, skakar teirra hjørtu.

 

- Líkamikið hvønn tjóðskap, religión ella sosialan status, vit hava, eru vit møður í Russlandi, og vit eru samdar um eitt ynski: At fáa frið og harmoni og fáa møguleikan at uppdraga børnini undir góðum umstøðum. 

 

Møðurnar leggja aftrat, at tær ynskja ikki, at teirra børn skulu nýtast at stúra fyri framtíðini.