Russiskt eftirlitsflogfar skotið niður yvir Azovhavið

Flogfør av slagnum, A-50, eru millum tey týdningarmestu hjá russiska herinum.

 

 

 

Tað er eitt eftirlitsflogfar av hesum slag, sum er skotið niður yvir Azovhavið, nærindis Mariupol.

Eitt russiskt kommando-og eftirlitsflogfar av slagnum A-50 er skotið niður yvir Azovhavið, nærindis ukrainska býnum, Mariupol.

 

Fleiri hernaðarbloggarar siga á sosiala miðlinum, Telegram, at tað vóru russar sjálvir, sum av óvart skutu flogfarið niður.

 

Tíðindini eru ikki alment váttað, men ukrainski herurin hevur eina aðra søgu at siga í dag.

 

Ukrainski herurin sigur við ávísina, RBC-Ukraina, at tað vóru ukrainar sjálvir, sum skutu flogfarið niður - og ikki russar.

 

- Hetta varð gjørt í einari felags atsókn millum fregnartænastuna og ukrainsku loftverjuna, sigur ukrainski herurin í dag.

 

Sambært Forbes eru flogfør av slagnum, A-50, millum tey týdningarmestu hjá russiska herinum.

 

Tað hevur verið sagt, at Russland bert hevur níggju slík flogfør, og um miðjan januar skeyt Ukraina eitt annað flogfar niður av sama slagi.

 

Manningin á einum slíkum flogfari telur 15, og antennan oman á takinum er níggju metrar í tvørmát.

 

Hesi flogfør hava ein týdningarmiklan leiklut í krígnum, tí tey kunnu avlurta radiobylgjur og finna ukrainskar rakettir.

 

 

 

 

 

Tað er eitt eftirlitsflogfar av hesum slag, sum er skotið niður yvir Azovhavið, nærindis Mariupol.