Russiskt námsfelag gevst við at bjarga 13 innistongdum

Arbeiðið at bjarga 13 námsarbeiðsfólkum upp í eystara parti av Russlandi verður slept, tí bjargingarfólkini eru í vanda.

Bjargingarfólk í náminum í Pioneren, áðrenn boðini í dag komu um, at royndirnar at bjarga námsarbeiðsmonnunum, sum hava verið fangaði í náminum síðani 18. mars, eru sleptar. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Eitt námsfelag í Russlandi hevur í dag steðgað royndunum við at fáa 13 innistongdar námsarbeiðsmenn upp, skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Teir hava verið innistongdir í einum gullnámi í landspartinum Amur í eystara parti av Russlandi síðani 18. mars.

Bjargingarfólini hava verið noydd at steðga arbeiðinum, tí tað er vandi fyri, at tað kunnu koma fleiri lop.

Tíðindatænastan hjá námsfelagnum skrivar, at tað hevði fingið bjargingarfólkini í vanda, um tey hildu fram.

Hildið verður, at teir 13 námsarbeiðsmenninir eru deyðir, sambært AFP.

Tass skrivaði fyri fáum døgum síðani, at námsarbeiðsmenninir vóru staðfestir at vera í 143 metra dýpi.

18. mars var eitt skriðulop í náminum, sum kanska stóðst av, at vatn var komið inn í minuna.

Vanlukkan verður samanborin við eina námsvanlukku í Jakutsk í 2017. Tá doyðu átta námsarbeiðsmenn av vatni, sum streymaði inn í námið.

/ritzau/

 

Bjargingarfólk í náminum í Pioneren, áðrenn boðini í dag komu um, at royndirnar at bjarga námsarbeiðsmonnunum, sum hava verið fangaði í náminum síðani 18. mars, eru sleptar. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix