Russiskt stríðsflogfar skotið niður yvir Svartahavinum

Ukrainski forsetin, Volodymr Zelenskyj, nevndi niðurskjótingina í sínari videotalu til ukrainska fólkið í kvøld.

Ukrainskir myndugleikar siga í kvøld, at ukrainski herurin hevur skotið eitt russiskt stríðsflogfar niður yvir Svartahavinum.

Sambært myndugleikunum er talan um eitt russiskt stríðsflogfar av slagnum, Sukhoi Su-24.

 

Sagt verður, at flogfarið varð skotið niður nærindis Slanguoynni, sum oyggin í Svartahavinum verður rópt.

 

Leiðarin fyri ukrainsku loftverjuna, Mykola Olesjtsjuk, sigur, at russar sendu eitt flogfar at leita eftir manningini eftir niðurskjótingina.

 

Ukrainski forsetin, Volodymr Zelenskyj, nevndi eisini niðurskjótingina í sínari videotalu til ukrainska fólkið í kvøld.

 

Í kvøld sigur ukrainska verjan, at russar royna at fremja nýggj álop í Odessa-regiónini í kvøld, og Odessa er ukrainskur havnarbýur við Svartahavið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld, sum aðrir útlendskir miðlar eisini bera.