Russisku myndugleikarnir kundu havt forðað gíslatøkuni í Beslan

Fleiri av monnunum, sum rændu skúlan í Beslan 1. september í fjør, høvdu verið eftirlýstir í fleiri ár, men myndugleikarnir gjørdu lítið fyri at finna teir

Gáloysni hjá russiskum myndugleikum var í hvussu er ein orsøk til, at tað eydnaðist yvirgangsmonnum at taka skúlan í suðurrussiska býnum Beslan tann 1. september í fjør.
Tað skriva seks tíðindafólk hjá týska vikublaðnum Der Spiegel í einari bók, sum júst er komin út.
Í bókini stendur millum annað, at tann 18. august í fjør fingu allar løgreglustøðirnar í Suðurrusslandi eitt fjarrit frá innanríkisráðnum í Moskva við boðum um, at kekenskir uppreistrarmenn vóru í ferð við at fyrireika eitt álop í Norður-Ossetia, og at álopið helst fór at líkjast tí, sum menn hjá uppreistrarleiðaranum Sjamil Basajev framdu í Budjonovsk í 1995. Ta ferðina tóku uppreistrarmenn eitt sjúkrahús og noyddu russar at samráðast um at taka her-menninar úr Kekenia.
Men hóast fjarritið lat løgreglan 33 uppreistrarmenn, teirra millum tvær kvinnur, sleppa um markið til Norður-Ossetia, sjálvt um tey høvdu bæði granatvarparar, skammbyrsur og maskinbyrsur við sær, skriva tey týsku tíðindafólkini í bókini. Dagin eftir tóku uppreistrarmenninir skúlan í Beslan.
Í bókini stendur, at fleiri av teimum 33 uppreistrarmonnunum, sum sluppu um markið, høvdu verið eftirlýstir í fleiri ár, men at russiska løgreglan gjørdi lítið og einki fyri at finna teir. Ein av høvundunum, Walter Mayr, sigur, at tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir uppreistrarmenninir vóru, men at fólk í Beslan vilja vera við, at teir vóru ímillum 50 og 55 í tali. Tann einasti, sum varð tikin eftir atsóknina, situr í hesum døgum á ákærubonkin-um.
Bókin hjá teimum týsku tíðindafólkunum kom út í Russlandi fyrr í vikuni. Aleksandr Pristavkin, sum er ráðgevi hjá Vladimir Putin, forseta, segði í sambandi við útgávuna, at tey týsku tíðindafólkini hava gjørt sær stóran ómak, og at nógvir sannleikar eru í bókini. Hann segði seg tó ikki kunna taka undir við teimum "politisku metingunum" hjá høvundunum.