Russiskur herovast doyði av russiskari landminu

Ein høgur russiskur heryvirmaður er deyður í krígnum í Ukraina, skrivar russiskir miðlar.

 

Vladimir Zavadskij sæst her saman við russiska forsetanum Vladimir Putin

Talan er um generalmajorin Vladimir Zavadskij, sum var næstovasti í 14. russiska herliðnum. Hann hevur saman við deildum sínum verið við, síðani Russland leyp á Ukraina í februar í fjør.

Hann doyði á »kampposti sínum í serligu operatkións zonuni«, upplýsir Aleksander Guse, guvernørur.

Russiskar keldur meldaðu hann deyðan longu í síðstu viku, eftir at hann hevði traðkað á eina russiska landminu.

 

 

Vladimir Zavadskij sæst her saman við russiska forsetanum Vladimir Putin