Russland: Álopið á Kiev var ímóti hernaðarídnaði

Sambært ukrainskum myndugleikum hevur Russland framt umfatandi álop fleiri staðni í Ukraina í nátt.

Russisk álop á Kiev í nátt. - Mynd: Gleb Garanich/Reuters

Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at landið hevur framt álop á hernaðar-ídnaðarfyritøkur í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev, umframt á eina flogstøð.

Tað sigur ráðið sambært Reuters.

Fráboðanin kemur eftir at ukrainskir myndugleikar tíðliga í morgun boðaðu frá um enn eina nátt við umfatandi álopum í landinum, har sivilfólk vórðu dripin.

Álopið er annan dagin á rað við fráboðanum um stór álop á Ukraina.

Hetta hendir samstundis sum russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur fund við amerikanska starvsbróðurin, Marco Rubio, í Malaysia.

Álopið í nátt í Kiev drap tvær kvinnur, siga ukrainskir myndugleikar sambært tíðindastovuni AFP.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, skeyt Russland umleið 18 rakettir og 400 dronur móti Ukraina undir álopinum, skrivar Reuters.

Hernaðarliga umsitingin í Ukraina upplýsti eisini í einum uppslagi á sosiala miðlinum Telegram, at álopið á Kiev vardi næstan tíggju tímar, skrivar AFP.

Seinnapartin hósdagin legði Kreml dent á, at Russland ikki heldur, at friðarsamráðingarnar við Ukraina hava "remt seg fastar".

Sambært Reuters segði talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, á einum tíðindafundi í Moskva, at russar framvegis bíða eftir einum signali frá ukrainum um, hvørt landið er til reiðar at byrja triðja samráðingarumfarið, sum byrjaði í Istanbul í mai.

Sambært økismyndugleikunum er ein persónur eisini dripin í Belgorod-landslutinum í vestara parti av Russlandi eftir eitt ukrainskt álop, skrivar AFP.

Sambært ST eru í minsta lagi 232 fólk dripin og 1.343 særd í juni mánaði.

– Sivilfólk í Ukraina eru fyri líðingaum, sum vit ikki hava sæð í meira enn trý ár, sigur Danielle Bell, sum er á odda fyri mannarættindaeftirlitinum hjá ST í Ukraina.

 

/Ritzau/

 

Russisk álop á Kiev í nátt. - Mynd: Gleb Garanich/Reuters