Russiska innrásin er orsøkin til matkreppu

Uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G7-londunum siga, at Russland er orsøkin til matkreppuna í heiminum.

G7-londini eru leiðandi ídnaðarlondini, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Stórabretland, Japan og USA.

 

Í dag siga uttanríkisráðharrarnir í hesum londum, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av altjóða matkreppuni.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi.

 

Japanski uttanríkisráðharrin, Yoshimasa Hayashi, sigur, at tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til kreppuna.