Russland fordømir Danmark fyri at lata Ukraina F-16 flogfør

Danmark letur Ukraina F-16 stríðsflogfør, og tey skulu brúkast í krígnum ímóti Ukraina

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjar Fólkatingið í dag. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Russland er á ongan hátt fegið fyri, at Danmark letur Ukraina 19 F-16 stríðsflogfør.

Tað lata russarar Danmark vita gjøgnum sendiharra Russlands í Danmark, Vladimir Barbin.

– Tað at Danmark nú hevur gjørt av at lata 19 F-16 flogfør til Ukraina, fer at víðka ósemjuna, sigur Barbin í eini skrivligari viðmerking.

Boðini um stríðsflogførini komu í gjár, tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, lendi í Danmark. Har er hann eisini í dag fyri at vitja Fólkatingið.

– Við at fjala seg aftan fyri eina fortreyt um, at Ukraina sjálvt skal áseta treytirnar fyri friði, roynir Danmark við sínum gerðum og orðum at lata Ukraina einki annað val hava enn at halda fram við hernaðarliga samanbrestinum við Russland, sigur Barbin.

– Ein slík fatan kroystir Ukraina niður í avgrundina og fordømir fólkið til nýggju offur. Tað verður einki annað úrslit av hesi avgerðini hjá Danmark um at lata F-16 stríðsflogfør til Ukraina. Málini fyri serligu hernaðartiltakinum í Ukraina er at tryggja, at nationala trygdin hjá Russlandi verður rokkin, sigur sendiharrin.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, gevur lítið fyri útsøgnina frá Russlandi. Við TV2 sigur hann:

– Lurtið ikki eftir honum (Vladimir Barbin, red.). Málið við russiskum diplomatiið er at lúgva.

Russland leyp á grannalandið Ukraina 24. februar í fjør. Síðani tá hevur Danmark latið Ukraina millum annað vápn. Og nú komu so boðini um stríðsflogførini.

Tey fyrstu seks stríðsflogførini verða sent »um ársskiftið«. Tey næstu átta stríðsflogførini verða send í 2024 og síðani fimm í 2025.

Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri í Danmark, segði í morgun, at flogførini skulu brúkast í Ukraina og ikki í Russlandi. Tað er ein treyt.

– Tær vápnaveitingar, vit lata, eru undir teirri fortreyt, at tað er nakað, sum verður brúkt at reka fígginda úr landinum. Og ikki longri enn tað.

– Tað eru treytirnar, um tað snýr seg um stríðsvognar, jagaraflogfør ella anna. Tað eru eini boð sum Ukraina sjálvandi fær, segði Ellemann-Jensen.

/ritzau/

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjar Fólkatingið í dag. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix