Í nátt hevur Russland aftur framt álop á fleiri ukrainsk øki. Tað siga umboð í Ukraina.
Enn er ógreitt, hvussu umfatandi álopini eru.
Næststørsti býur í Ukraina, Kharkiv, er aftur eitt av russisku málinum. Í gjár fingu minst 21 fólk skaða í einum álopið á miðbýin.
– Tilbúgvingin er longu á staðnum, sigur borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, á boðtænastuni Telegram.
Hann sigur víðari, at tey eru við at fáa yvirlit yvir hvussu nógv hava fingið skaða ella eru deyðu.
– Á gáttini til nýggja árið vil Russland ræða bý okkara, men vit eru ikki bangin – vit eru ókúgilig og ikki til at vinna á, skrivar Terekhov.
Eisini í høvuðsstaðnum Kyiv eru antiluftverjan farin til arbeiðis sambært hernaðarligu umsitingini í økinum.
Fríggjadagin varð Ukraina álopið við tí størsta rakett- og dronuálopinum, sum Russland hevur fram síðani kríggið byrjaði. 40 fólk eru deyð og yvir 150 særd.
Beint eftir svaraði Ukraina aftur við at leypa á russiska býin Belgorod, har minst 18 fólk sambært russiskum myndugleikum doyðu.
Síðstu vikuna í árinum hava bæði Russland og Ukraina hert álopini móti hinari síðuni.
Í kjalarvørrinum av álopinum á Belgorod bað Russland um snarfund í ST Trygdarráðnum.
Í Moskva eru Vladimir Putin, forseti, kunnaður um álopið í Belgorod, hevur talsmaður hansara, Dmitrij Peskov, upplýst.
Sambært Peskov rakti ukrainska álopið eitt íbúðarøki.
Tey mongu russisku álopini á Ukraina fríggjadagin, sum verða lýst sum tey mest umfatandi, síðani russisku innrásina í Ukraina fyri skjótt tveimum árum síðani, er fordømt av fleiri limalondum í ST Trygdarráðnum.
– Tíverri vóru tey ræðuligu álopini á Ukraina fríggjadagin bara tey seinastu í fleiri herdum álopum úr Russlandi, segði ST varaaðalskrivarin, Mohamed Khiari, fríggjadagin.
/ritzau/Reuters