Russland fremur meira tilvildarliga bumbing

3500 bygningar eru oyðilagdir ella hava fingið skaða í Chernihiv-regiónini í Ukraina, og av hesum eru 80 prosent íbúðarbygningar.

 

Í einari dagføring í morgun skrivar bretska fregnartænastan, at 3500 bygningar eru oyðilagdir ella hava fingið skaða í Chernihiv-regiónini norðan fyri høvuðsstaðin Kyiv í Ukrana.

 

Her verður sjálvsagt sipað til, at hetta eru oyðileggingar, sum russiski herurin hevur framt. Av 3500 bygningum, eru heili 80 prosent íbúðarbygningar, verður lagt aftrat.

 

Fregnartænastan heldur, at hetta lýsir, hvussu russiski herurin leggur seg eftir at leypa á bygd øki, har sivilfólk - familjur og børn - búleikast.

 

- Russland hevur alt meira lagt seg eftir at fremja tilvildarliga bumbing, tí evnini hjá herinum at raka ávís mál eru avmarkað. 

 

Fregnartænastan sigur, at ein orsøk til, at Russland fremur tilvildarliga bumbing er, at landið ikki vil seta síni stríðsflogfør í vanda aðrastaðni enn við hermótini.