Russland gongur ímóti demografiskari vanlukku

Væntaði livialdurin í Russlandi er á støði við livialdurin í fátæka og vanlukkurakta Haiti

 

Ein genta kagar út gjøgnum gluggan í eini russiskari klædnaverksmiðju í útarmaða býnum Tver 200 kilometrar norðan fyri Moskva. Har er livistøðið lækkað munandi seinastu árini, og økið verður í dag mett sum eitt sera fátækt gettoøki. Kríggj, farsótt, alkoholmisnýtsla og hópfrályting hevur seinastu trý árini ført við sær, at Russland hevur mist tvær milliónir fleiri fólk enn vanligt.. - Foto: Alexander Nemenov/Ritzau Scanpix

Kríggj, farsótt, rúsdrekkamisnýtsla og hópfráflyting hava seinastu árini viðført, at Russland hevur mist tvær milliónir fleiri fólk enn vanligt.

Ein demografisk vanlukka í Russlandi er økt undir Vladimir Putin forseta.

Væntaði livialdurin fyri ein 15 ára gamlar russiskar dreingir er fallin við fimm árum í hesum áratíggju og liggur á støði við Haiti, eitt land merkt av stórum fátækradømi, náttúruvanlukkum og bandaharðskapi, skrivar The Economist.

Russiskir menn doyggja sambært almennum hagtølum seks á fyrr enn menn í Bangladesh og 18 ár fyrr enn menn í Japan.

Og kynsjavnvágin verður enn meira skeiv, tá ungir menn annaðhvørt doyggja ella flýggja av landinum. Føðitølini eru frammanundan metlág. Í apríl 2022 var talið av føddum russum niðri á sama støði, sum undir týsku hersetingini undir seinna heimsbardaga.

Sambært vesturlendskum miðlum verður hildið at út við 200.000 russiskir hermenn eru deyðir í krígnum í Ukraina.

Og millum 500.000 og ein millión eru fluttir av landinum fyri at sleppa undan krígnum. Til dømis fóru 10 prosent av landsins KT-starvsfólki – teir flestu ungir menn – av landinum í 2022 sambært tølum frá russiska kunningarmálaráðnum.

Tað eru í dag 10 milliónir fleiri kvinnur enn menn í Russlandi.

Men kríggið hevur bara gjørt verri eina djúpa demokrafiska kreppur, sum hevur merkt Russland í trý tíggjuáraskeið. Sambært The Economist er Russland nú á veg í eina demokrafiska niðurbræðing.

Í 1994 vóru 149 milliónir fólk í Russlandi. Síðani er bara gingið afturá. Um gongdin heldur fram á sama hátt, kann russiska fólkatalið vera niðri á 120 milliónum um 50 ár, vísa framrokningar hjá ST.

Undir farsóttini í 2020 og 2021 minkaði russiska fólkatalið við 1,3 milliónum fólkum. Tað doyðu 1,7 milliónir fleiri russarar, enn tað vórðu føddir.

Tað eru ikki álítandi tøl fyri, hvussu nógv doyðu við covid-19.

Sambært The Economist merkir gongdin í fyrstu syftu, at tað verður truplari hjá stýrinum hjá Putin at fremja stórar herbúgvingar til kríggið. Og Russland gerst sum frá líður eitt minni, verri útbúgvið og fátækari samfelag, har tú doyrt í sekstiárunum, og har ung fólk flúggja til útlandið.

Tað er í dag bara í fátøkum økjum við lágum tølum av etniskum russiskum íbúgvum, at kvinnur í miðal eiga fleiri enn tvey børn, sum skal til fyri at varðveita eitt støðugt fólkatal. Harvið er tað ikki bert ein rein demografisk kreppa, sum Russland fer ígjøgnum.

Landið gongur ímóti einum varnum skifti frá einum meira margfeldum fólki og einum minni parti av etniskum russarum, sum vanliga hava rátt politiskt, búskaparliga og sosialt.

/ritzau/NTB

 

Ein genta kagar út gjøgnum gluggan í eini russiskari klædnaverksmiðju í útarmaða býnum Tver 200 kilometrar norðan fyri Moskva. Har er livistøðið lækkað munandi seinastu árini, og økið verður í dag mett sum eitt sera fátækt gettoøki. Kríggj, farsótt, alkoholmisnýtsla og hópfrályting hevur seinastu trý árini ført við sær, at Russland hevur mist tvær milliónir fleiri fólk enn vanligt.. - Foto: Alexander Nemenov/Ritzau Scanpix