Russland: - Hetta er ein provokatión

Í russiska verjumálaráðnum halda tey, at staðsetingin av einari møguligari Nato-herstøð á Gotlandi verður til vanda fyri skipaferðsluna í økinum.

Russiska verjumálaráðið finst í dag at Svøríki fyri ætlanir um at byggja eina Nato-herstøð á svensku oynni, Gotlandi í Eystursjónum.

 

Sambært ríkisriknu russisku tíðindastovuni Ria heldur Russland, at hetta er ein provokatión.

 

Í russiska verjumálaráðnum halda tey, at staðsetingin av einari møguligari Nato-herstøð á Gotlandi verður til vanda fyri skipaferðsluna í økinum.

 

Svøríki gjørdist alment limur í verjusamgonguni, Nato í mars í ár, eftir at serliga Turkaland hevði ligið í buktini fyri svenskum limaskapi í fleiri mánaðir.

 

Finnland og Svøríki søktu samstundis um limaskap í verjusamgonguni, og hjá Finnlandi gekk tað eitt sindur skjótari at fáa upptøku.

 

Nú eru so bæði londini limir í Nato, sum nú tilsamans telur 32 limalond.