Russland hevur longu tapt strategiska kríggið

- Tað er ein ræðuligur brølari, sum Russland hevur gjørt, sigur bretski verjuovastin, Tony Radakin.

 

- Russland fer ongantíð at megna at taka alt Ukraina, sigur bretski verjuovastin, Tony Radakin.

- Russland hevur longu tapt strategiska kríggið í Ukraina.

Tað heldur verjuovastin í Bretlandi, Tony Radakin.

Við Sky News sigur hann, at Russland hevur gjørt seg munandi veikari fyri bert “lítlan” vinning.

Verjuovastin heldur, at Russland, sum tíðin gongur, fer at tørva herfólk og framkomnar rakettir, og Russland fer ongantíð at megna at taka alt Ukraina.

- Hetta er ein ræðuligur brølari, sum Russland hevur gjørt. Strategiskt hava russar longu tapt kríggið.

Niðurstøðan hjá bretska verjuovastanum er, at Nato verður sterkari, har eisini Finnland og Svøríki ynskja at gerast limir í verjusamgonguni.

 

 

- Russland fer ongantíð at megna at taka alt Ukraina, sigur bretski verjuovastin, Tony Radakin.