Russland hevur lopið á ukrainskt orkuverk

Teknikarar fóru undir at umvæla umfatandi skaðar beint eftir, at russiska álopið var av

Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix

Russland hevur framt álop á eitt ukrainskt orkuverk.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Russland hevur rekat trý termisk orkuverk hjá størsta ukrainska orkufelagnum, DTEK.

– Útgerðin er illa farin. Eftir álopið fóru teknikarar alt fyri eitt at umvæla skaðarnar, sigur felagið á boðtænastuni Telegram.

Tað eru ikki fleiri upplýsingar frá felagnum, og tí er óvist, um skaðarnir hava avleiðingar fyri ukrainsku brúkararnar.

/ritzau/

 

 

Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix