Elegijus Paulavicius heldur, at hernaðarligi stuðulin, sum Russland fær úr londum, sum Iran og Norðurkorea, verður avgerandi fyri, hvussu leingi landið kann halda fram við krígnum í Ukraina.

Russland hevur útgerð til kríggj í tvey ár aftrat

- Hyggja vit eftir, hvat Russland í løtuni hevur av útgerð, lóðuri og vápnum kann landið halda fram við krígnum á núverandi støði í tvey ár aftrat, sigur fregnartænastuleiðarin í Litavia.

Elegijus Paulavicius heldur, at hernaðarligi stuðulin, sum Russland fær úr londum, sum Iran og Norðurkorea, verður avgerandi fyri, hvussu leingi landið kann halda fram við krígnum í Ukraina.

Hernaðarliga fregnartænastan í Litavia heldur, at Russland kann føra kríggj í Ukraina í tvey ár aftrat.

 

- Útbúnaðurin, sum Russland í løtuni ræður yvir, røkkur til at halda krígnum í gongd á núverandi støði í tvey ár aftrat.

 

Tað sigur leiðarin fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Litavia, Elegijus Paulavicius, við journalistar í Vilnius í dag.

 

Hann heldur, at hernaðarligi stuðulin, sum Russland fær úr londum, sum Iran og Norðurkorea, verður avgerandi fyri, hvussu leingi kríggið kann halda fram.

 

- Hyggja vit eftir, hvat Russland í løtuni hevur av útgerð, lóðuri, vápnum kann landið halda fram við krígnum á núverandi støði í tvey ár, sigur Elegijus Paulavicius.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

 

Elegijus Paulavicius heldur, at hernaðarligi stuðulin, sum Russland fær úr londum, sum Iran og Norðurkorea, verður avgerandi fyri, hvussu leingi landið kann halda fram við krígnum í Ukraina.