Russland hvessir tenn: Arktis er okkara land

Arktis er okkara øki, okkara land, sigur russiski uttanríkisráðharrin áðrenn fund í Arktiskum Ráð, skrivar AFP

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hvessir tenn í málinum um Arktis. – Hetta er okkara land, og hetta er okkara sjóøki, sigur hann. Foto: Maxim Shemetov/Ritzau Scanpix

Arktis er »okkara øki, hetta er okkara land«, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, á einum tíðindafundi í Moskva.

 

Orðini fullu undan fundi í Arktiskum Ráð í Reykjavík, har millum annað Sergej Lavrov og Antony Blinken, uttanríkisráðharri í USA, luttaka, eins og danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod.

 

– Tað hevur staðið fullkomiliga greitt fyri øllum í rúma tíð, at hetta er okkara øki, hetta er okkara land, sigur Lavrov um Arktis.

 

– Vit hava ábrygdina fyri at tryggja, at okkara arktiska stornd er trygg, leggur hann afturat.

 

Hann ávarar undan fudninum í Arktiskum Ráð Vesturheikin ímóti at skera partar úr Arktis og gera teir til sínar egnu.

 

– Lat meg aftur leggja dent á: Hetta er okkara land og okkara sjóøki.

 

Fundurin í Arktiskum Ráð verður í Reykjavík í Íslandi mikudagin og hósdagin.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin kom í dag til Keypmannahavnar fyri at hitta donsku stjórnina og føroysku og grønlendsku uttanríkisráðharrarnar. Støða í Arktis var ovast á dagsskránni.

 

Limirnir í Arktiskum ráð eru londini, ið hava mørk til Arktis. Teirra millum Russland.

 

/ritzau/

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hvessir tenn í málinum um Arktis. – Hetta er okkara land, og hetta er okkara sjóøki, sigur hann. Foto: Maxim Shemetov/Ritzau Scanpix