Russland: IS sprongdi flogfarið

Russiska fregnartænastan váttar, at ein bumba brast umborð á russiska flogfarinum, sum datt niður yvir Sinai-hálvoynni.

Russiska fregnartænastan hevur í morgun váttað tað, sum aðrar keldur hava boðað frá sum leysatíðindi, at tað var yvirgangur, sum beindi fyri russiska flogfarinum, sum datt niður yvir Sinai-hálvoynni í oktobur. Ein bumba brast umborð á flogfarinum og tað verður mett sum eitt yvirgangsálop. Ein yvirgangsbólkur við tilknýti til IS hevur átikið sær ábyrgdina av yvirgangsálopinum.

 

224 fólk lótu lív, meginparturin av teimum russisk ferðafólk. 

 

Sambært FSB innihelt bumban spreingievni samsvarandi við eitt kilo av TNT, sigur russiska tíðindastovan TASS, sum eisini endurgevur russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri at siga, at yvirgangsmenninir skulu finnast og revsast. 

 

Tíðindastovan TASS skrivar eisini, at russiska fregnartænastan, FSB, hevur lovað eina samsýning upp á 320 milliónir krónur til tann, sum hevur kunning um, hvør stendur handan álopið. 

 

Russland er longu farið undir at hevna seg og í nátt hava russisk herskip í Miðjarðarhavinum skotið rakettir móti høvuðsstaðnum hjá